Eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt.
Øll í húsinum hava hvør síni arr, sum pína tey. Pápin Marinus og børnini Aurora og Kaspian sakna mammuna, sum rýmdi frá teimum. Innan fyri sjalini fjala Enara og dóttir ...
Eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt.
Øll í húsinum hava hvør síni arr, sum pína tey. Pápin Marinus og børnini Aurora og Kaspian sakna mammuna, sum rýmdi frá teimum. Innan fyri sjalini fjala Enara og dóttirin Sirje síni stóru loyndarmál. Sorg og einsemi hava tikið allar litir úr verðini hjá unga Viktori. Gamli klaver leikarin madam Iris hevur mist tónleikin í sínum lívi.
Ein dagin bjóðar fimtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.
Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.
We are using technologies like Cookies and process personal data like the IP-address or browser information in order to personalize the content that you see. This helps us to show you more relevant products and improves your experience. we are herewith asking for your permission to use this technologies.